Tøkt starv

Lærlingur til Demich

Kom og lær til rør-og blikksmið – ein fjølbroytt útbúgving við nógvum framtíðarmøguleikum

Hevur tú hug til eina yrkisrættaða útbúgving, sum bæði gevur tær góðar arbeiðsførleikar og møguleika til víðari útbúgving?

Vit bjóða tær eitt gott og trygt lærupláss við skipaðum umstøðum. Tú lærir eitt handverk, har tú sleppur at skapa nakað, ið sæst, tá ið dagurin er liðugur.

Um lærutíðina

Sum lærlingur innan rør­ og blikksmíð fært tú
fýra spennandi og stuttlig ár í einum nýhugsandi arbeiðsumhvørvi. Tú sleppur at menna teg innan eitt fak, sum er í rívandi menning, bæði í Føroyum og úti í heimi. Hjá okkum kemur tú at arbeiða við nýggjastu tøknini innan grønar orkuloysnir, so sum jarðhita, sjóhita, ventilatión o.a. Tú ert í skúla í tilsamans 58 vikur á Glasi, har tú fært verkliga læru, vitan og førleikar innan rør­ og blikksmíð.

Kom í læru hjá Demich og ver partur av okkara dugnaliga starvsfólkahópi. Her brúka vit hendurnar til nakað týdningarmikið, og syrgja fyri, at tú verður eitt virðismikið tilfeingi á arbeiðsmarknaðinum.

Soleiðis søkir tú

Send eina skrivliga umsókn til demich@demich.fo.
Fortel eitt sindur um teg sjálva/­n og um hvørjar framtíðardreymar, tú hevur. Tú ert eisini vælkomin at ringja. Spyr eftir Róa Kalsø á tel. 350 300 ella send okkum eini boð á messenger. Freistin at søkja er fríggjadagin 8. juli.