Fimm ára longt garanti

Hetta longda garantiið fevnir um vørur veittar av:

Demich P/F
Stiðjagøta 2
FO-100 Tórshavn
(Framyvir nevnt ”P/F Demich”)

1.0 Hvat fevnir longda garantiið um

Longda garantiið fevnir um Vølund hitapumpur.

Luft/vatn hitapumpur og ventilatiónshitapumpur galdandi frá 1. juli 2020.

Víðkaða garantiið dekkar vanliga umvælingarkostnað, ið stendst av innanífrá komandi brekum (funktiónsbrek) á vøruni.

1.1 Hvønn er longda garantiið galdandi fyri?

  • Longda garantiið er galdandi fyri tann, ið til eina og hvørja tíð er eigari av vøruni.
  • P/F Demich skal hava uppsett hitapumpuna fyri at longda garantiið skal verða galdandi.
  • Um annar veitari hevur uppsett hitapumpuna skal arbeiðið góðkennast av P/F Demich, fyri at longda garantiið skal verða galdandi.
  • Kundin skal hava viðlíkahaldsavtalu við P/F Demich fyri at longda garantiið skal vera galdandi. Viðlíkahaldsavtalan skal verða galdandi frá tí degi hitapumpan var sett ígongd


1.2 Hvussu leingi er longda garantiið galdandi?

Longda garantiið er tilsamans galdandi í fimm ár, frá tí degi hitapumpan var sett ígongd.

1.3 Serlig undantøk

Longda garantiið fevnir ikki um:

  • Útreiðslum fyri brúk av EL-patrón (innbygd í hitapumpu) sum fyribilsloysn.
  • Brek, ið standast av skaðum orsakað av sliti, væntandi røkt, væntandi viðlíkahaldi, o.l.
  • Kostnað til uppstart, eftirlit og reingerð av vøruni, tó undantikið, har kostnaðurin er tengdur at skaða, ið garantiið fevnur um.
  • Kanningar, har leitað verður eftir brekinum, fyri at finna út av, um hetta er fevnt av garantiinum og brekið ikki verður funnið ella ikki er fevnt av garantiinum.
  • Brek, ið ikki eru av týdningi ella bert eru kosmetisk (t.d. skøvur ella snuddir), ið ikki hava ávirkan á, hvussu vøran virkar.
  • Óbeinleiðis brek
  • Brek, ið standast av t.d. eldi, vatni, snarljósi o.s.fr.
  • Brek ella missir, í eru gjørd i grovum ósketni, við vilja ella har vøran ikki fær nøktandi røkt.
  • Brek, ið standast av óstøðugari EL-veiting.

1.4 Trygdarforskriftir og viðlíkahald

Vøran skal handfarast við vanligum varsemi smb. vegleiðing um montering, íverksetan og viðlíkahaldi (“sí vegleiðing ið fylgir við vøruni”). Um forskriftirnar og ráðini í vegleiðingini ikki verða fylgd og brekið stendst av hesi orsøk, fellur garantiið burtur.

1.5 Garantiumvæling

Brek skulu rættast av P/F Demich. Um eigarin av vøruni letur annan enn P/F Demich umvæla vøruna í garanti tíðarskeiðnum, fellur garantiið burtur.

1.6 Tá brek kemur í

Brek skulu skjótast gjørligt eftir at brekið er funnið, fráboðast servicedeildini hjá P/F Demich á t-postinum: service@demich.fo

Krevur ein ikki umvæling beinanvegin, ella í seinasta lagi 3 mánaðir eftir at brekið er funnið, fellur garantiið burtur (sí annars punkt 1.2).

Um eigarin av vøruni við vilja ella av grovum ósketni dylur ella goymir upplýsingar, ið hava týdning fyri, hvussu brekið verður mett, fellur garantiið burtur.

1.7 Útkoyringargjald

Eigarin av vøruni skal gjalda eitt útkoyringargjald á kr. 1.500,- (“Útkoyringargjald”) í sambandi við útkoyring og eftirlit/umvæling av vøruni, tá brek verður fráboðað í garanti tíðarskeiðnum.

Útkoyringargjaldið fellur burtur, um umvælingin kemur undir galdandi garanti treytir.

1.8 Treytir viðv. endurrindan

Brek verða umvæld av P/F Demich ella einum samstarvsfelaga, ið er góðkendur av P/F Demich. Umvælingin má ikki kosta meira enn vøran sjálv. Garantiið fevnir ikki um endurrindan í reiðum peningi.

Vanligar tryggingartreytir

1.9 Force majeure

Garantiið fevnir ikki um brek ella missir, ið standast av kríggi, krígslíknandi støðum, ófriði, revolutión, terror ella uppreistri ella orsakað av átøkum hjá myndugleikum, verkfalli, lockout, blokadu o.l.

1.10 Fyrningarfreist

Tann, ið hevur rætt til endurrindan í sambandi við garantiið, missir hendan rættin, um viðkomandi ikki setur fram krav til P/F Demich innan 3 mánaðir frá tí at viðkomandi varð varugur við brekið. (sí annars punkt 1.2)

1.11 Ósemja og lógarval

Um ósemja er millum eigaran av vøruni og P/F Demich um garantiið, skal eitt møguligt sakarmál gerast galdandi við Føroya Rætt og viðgerast smb. føroyskari lóg.

Hesar treytir eru galdandi fyri Vølund hitapumpur framleidddar frá 1. januar 2014.

Tó undantikið Vølund hitapumpur luft/vatn og ventilatiónshitapumpur sum er galdandi frá 1 juli 2020.

Torbjørn Hansen
Rakstrar stjóri

Tórshavn, februar 2021