Vit á Demich hava eina teknideild, sum er væl mannað við verkfrøðingum, HVS-installatørum og el-installatørum. Hetta eru serfrøðingar, sum eru meira enn so førir fyri at projektera, tekna og góðskutryggja allar verkætlanir. Vit ráðføra okkum við tykkum og tryggja okkum altíð, at tit fáa ta bestu loysnina. Fyri okkum er eingin uppgáva for stór ella for lítil.
Í yvir 60 ár hava vit veitt føroyingum hitaloysnir. Vit vóru teir fyrstu at royna sjóhita í Føroyum, og vit hava royndir við øllum sløgum av hitaverkum, ketlum, fjarhitavekslarum og øllum sløgum av hitapumpum, so sum jarðhitapumpum, luft til vatn-hitapumpum, ventilatiónshitapumpum, luft til luft-hitapumpum og sjóhita.
Veri tað seg ventilatión til framleiðslu, kontór ella køk, so hava vit loysnina. Blikksmiðja okkara framleiðir ventilatiónskanalir og -rør, og sostatt er hetta føroysk framleiðsla. Tí er ikki bara talan um eina burðardyggari loysn, enn um vit fraktaðu hesi inn í landið, men eisini merkir hetta, at vit kunnu skraddaraseyma til hvønn einstakan tørv.
Tað skal vera lætt og brúkaravinarligt at skrúva upp fyri vælveruni og niður fyri útreiðslunum. Tí hava vit savnað alt í eini stýringarskipan, sum ger, at tú fært betri ávirkan á bygningin við nógv færri tólum. Hetta er ein innovativ og brúkaravinarlig loysn, sum ger, at tú kanst stýra hitanum, heitum vatni, køling og inniluftini.
Ein heildarloysn til bygningar er eitt gott hugskot – bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. Vit koma út á staðið og kanna, hvussu stórur bygningurin er, og hvør orkutørvurin er.
Trýst á knøttin niðanfyri og les víðari um ymisku sløgini av hitapumpum, so tú veitst, hvør hóskar seg best til bygningar.
Vit hava drúgvar royndir við hitaloysnum til bæði størri og smærri bygningar í Føroyum. Niðanfyri er eitt skjótt yvirlit yvir nakrar av teimum verkætlanum, vit hava verið inniyvir, har vit hava veitt bygningunum, og teimum sum húsast har, ta allarbestu hitaloysnina.
Jarðhiti 19.500m2
Sjógvhitaloysn. 14.500m2