Orkuráðgeving – 60 ára serkunnleiki
Skalt tú hava eina orkuloysn? So eru nógv atlit at taka. Vit bæði vegleiða, ráðgeva, dimensjonera, veita og uppseta. Við okkara hitapumputænastu ert tú í góðum hondum – eisini í framtíðini. Umhvørvisstovan hevur góðkent okkum at seta hitapumpuloysnir upp, og eisini eru vit løggildir el-innleggjarar. Tí loyva vit okkum at siga, at okkara dygd er tín trygd.
Dimensjonering – loysnir til tín tørv
Okkara serfrøðingar taka sær av øllum orkuloysnum. Vit tryggja, at loysnin er tann rætta, og vit hjálpa tær at taka støðu til, um tú skalt hava jarðhita ella aðra orkuloysn. Vit tryggja eisini, at loysnin verður dimensjonerað rætt, og at hon nøktar júst tín orkutørv. Vit brúka bara tað besta tilfarið til hitaskipanina, og vit fyribyrgja sostatt, at nakað óvæntað fer fram í uppsetingini.
Boring – vit ganga á odda
Vit vóru tey fyrstu at bora jarðhitahol í Føroyum, og í dag hava vit fleiri hundrað jarðhitahol á baki. Vit dimensjonera holið, søkja um boriloyvi og avgreiða boringina fyri teg. Vit brúka serligar slangur, sum tryggja, at tú fært mest møguliga orku burtur úr jarðhitaholinum.
Veiting – ein av bestu hitapumpunum á marknaðinum
Vit umboða ein av teimum bestu og størstu hitapumpuveitarunum í heiminum. Tí kunnu vit bjóða tær eina av framkomnastu hita- pumpuloysnunum á marknaðinum.
Uppseting – eftir bókini
Vit gera nógv burturúr at útbúgva okkara starvsfólk. Tey eru upplærd í at seta hitaskipanina upp skjótt og væl, og tey tryggja, at orkuloysnin nøktar júst tín tørv. Vit gera í grundini alt fyri teg, íroknað el-innlegging, og kunnu eisini seta grøna orkumálaran upp, so at tú fært tann bíligara el-prísin, ið er á grønari orku. Harafturat fært tú okkara góðskutrygging av hitaloysnini og neyðuga upplæring, tá ið hitaloysnin er liðug.
Hitampumputænasta – garanti og tænasta
Velur tú hitapumputænastu frá okkum, víðka vit garantiið úr 1 árið til 5 ár. Vit eftirkanna hitapumpuna hvørt ár og tryggja, at hon koyrir so væl og bíliga, sum hon eigur. Tað lógarkravda hitapumpueftirlitið er fevnt av okkara árliga eftirliti. Velur tú hitapumputænastu, eru vit til taks á telefonini allar dagar millum 08.00 og 22.00.