Blikksmíð er eitt gamalt fak. Tá ið vit í gomlum døgum fóru at seta størri krøv til hús og bygningar, fóru vit í størri mun at taka hædd fyri fasadum, tekjum, frárensli og tílíkum. Her komu blikksmiðirnir inn í myndina. Í dag fevnir blikksmíð so eisini um hita, vatn og sanitet.
Blikksmiðjan hjá okkum er føroysk framleiðsla úr enda í ennan. Alt úr stáli, aluminum, kopari, messing og zink kunnu vit skera, sveisa, lodda, og hvat tað nú skal vera. Vit framleiða ventilatiónskanalir, spiro-rør, inndekningar (upp til 3 metrar), ventilatiónsdeilir, spjell, boksir, uppbygging av seraggregatum osfr.
EL-plátusaksur: Max. breidd 3 m, max. tjúkd 3mm.
EL-bukkimaskina: Max. breidd 3 m, max. tjúkd 2,5 mm.
Plátuvalsa: Max. breidd 1,3 m, max. tjúkd 6 mm.
Plasma-skerisentur: Max plátustødd 3x1,5 m, max skeritjúkd 10-12 mm.
Auto-fold-maskina til 4 kt. kanalir. Kanallongd 1,5 m x allar støddir.
Spiro-falsimaskina til rundar kanalir. Min.-max. Stødd ø80 mm til ø1250 mm.
Plastsveisimaskinur til rør upp til ø250 mm.
Niðanfyri kanst tú senda okkum ein formular, har tú viðfestir eina tekning ella mynd av tí, tú ætlar tær.