Víðka um tínar starvsmøguleikar við eini handilsútbúgving
Handilsútbúgvingin er góð at hava í skjáttuni, tí hon letur upp fyri nógvum møguleikum.
Vit bjóða tær eitt gott og trygt lærupláss við skipaðum umstøðum. Tú lærir at veita eina góða tænastu og at skipa tín arbeiðsdag.
Handilsútbúgvingin gevur gott innlit í sølu, marknaðar føring og tænastu, umframt roknskapar og mvgviðurskifti.
Í lærutíðini skiftir tú millum at vera til arbeiðis hjá okkum og í skúla. Tú velur sjálv/ur um skúlagongdin skal vera í Føroyum ella í Danmark. Lærutíðin er 24 ár, alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan. Tú fært løn alla lærutíðina.
Kom í læru hjá Demich og ver partur av okkara dugnaliga starvsfólkahópi. Her hava vit fakligan stoltleika og raðfesta trivnaðin hjá starvsfólkunum. Tú fært møguleikan at víðka tín sjónarring bæði fakliga og persónliga.
Send eina skrivliga umsókn til starv@demich.fo, viðmerk “handilslærlingur”. Fortel eitt sindur um teg sjálva/n
og um hvørjar framtíðardreymar, tú hevur. Tú ert eisini vælkomin at ringja. Spyr eftir Bjarna Hansen á tel. 350 300 ella send okkum eini boð á messenger.