Umlegging av eldri húsum

Umlegging

Í Føroyum eru nógv fleiri eldri hús enn nýggj hús. Vanlig hugsan er, at hitapumpur bara hoyra til nýggj hús. So er ikki. Í grundini hava vit forsýnað nógv fleiri eldri hús við hitapumpum enn nýggj hús. Við hitapumpu frá okkum kanst tú umleggja gomlu húsini, so tey eru eru meira tíðarhóskandi.

Tú fært lægri orkurokningar, tú tekur atlit til umhvørvið, og yvirhøvur fært tú eina hitaloysn, sum gevur javnari hita og er lættari at brúka. 

Fyrimunir

Tá tú skiftir gamla ketilin út við eina nýmótans hitapumpuna fært tú eina røð av fyrimunum: 

· Tú sleppur undan luktinum av olju
· Tú sleppur undan larminum frá ketlinum
· Tú kanst taka skortsteinin vekk og gagnnýta tað plássið
· Tú fært eina nýmótans hitaloysn, sum er løtt at brúka
· Tú fært ein javnari hita
· Tú fært eina nógv bíligari orkurokning

Hvussu við radiatorum?

Summi halda, at hitapumpur hóska seg bara við gólvhita. So langt frá. Hitapumpur rigga líka væl við radiatorum sum við gólvhita. Er radiatorurin ov lítil, noyðist tú at skifta hann út við ein størri radiator, men tað uppliva vit sjáldan, tí flestu heimini hava nóg stórar radiatorar. Við eini hitapumpu fært tú ein nógv javnari hita.

Jarðhiti

Umhugsar tú jarðhita? Tá ið eini eldri hús skulu hava jarðhita, er mannagongdin hon, at vit koma út á staðið og kanna, hvussu stór húsini eru, og hvør orkutørvurin er. Síðani bora vit eitt hol, leggja rør í jørðina, rør í húsini og síðani í hitapumpuna. Vit knýta hitapumpuna í øll tey rørini, sum ketilin frammanundan var knýttur í. 

Hvat skal eg velja?

Umlegging av eldri húsum er eitt gott hugskot – bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. Vit koma út á staðið og kanna, hvussu stór húsini eru, og hvør orkutørvurin er.  

Trýst á knøttin niðanfyri og les víðari um ymisku sløgini av hitapumpum, so tú veitst, hvør hóskar seg til umlegging av eldri húsum. 

Hitapumpur

Send
fyrispurning
um orkuprát

Viðkomandi skjøl sum plantekingar, mynd av grundstykki, orkunýtslu oa.

Í mesta lagi 10 MB
Henintar ...
fileuploaded.jpg
Feilur. Fílurnar skulu tilsamans fylla í mesta lagi 10MB.

Vel eitt ella fleiri

Vit takka fyri fyrispurningin og seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt.
Okkurt gekk galið! Vinaliga royn aftur.
Ivan Gærdbo Hofgaard

Hug til eitt prát um orku? 

Kundi tú hugsað tær betri yvirlit og eitt sindur av fakligheit? Um tú ætlar at skifta oljufýringina út ella skifta til hitapumpu ella supplera við øðrum orkukeldum, so kom og práta við okkum um tað.

Tað er óbindandi og ókeypis, sjálvandi, og so fært tú eina góða mynd av, hvat loysir seg best.

Set teg í samband við ein av okkum.