Føroyingar hava eina týdningarmikla uppgávu fyri framman. Vit skulu leggja um til grøna orku.
Vit í Demich hava høvuðsleiklutin í hesum orkuskifti. Nú hava vit brúk fyri fleiri fólkum
– ja, í grundini einum heilum fótbóltsliði – skulu vit megna hetta.
Eru hendurnar skrúvaðar rætt á? Hevur tú eygu sum í falki, og elskar tú at loysa avbjóðingar? So er at umhugsa eitt starv sum teknikari hjá okkum í Demich.
Tá ið tú byrjar í starvi hjá okkum, kemur tú at servisera og feilfinna hitapumpur – og onkutíð eisini at seta tær upp. Tú verður eisini partur av okkara vaktarskipan. Tú fært bæði arbeiðsbil, arbeiðstelefon og eina kappingarføra løn.
Tú kemur at arbeiða í einum mennandi umhvørvi, har tú fært nógvar spennandi og fjølbroyttar avbjóðingar. Hartil kemur sjálvandi ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, leggur nógv fyri dagin og fært nógv á skaftið.
· Tú mást hava áhuga í teknikki og at loysa trupulleikar innan teknikk.
· Tú mást hava koyrikort.
· Vit eftirútbúgva eftir tørvi.
· Arbeiðstelefon
· Kappingarfør løn
· Arbeiðsbil
Hevur tú spurningar, so ringir tú bara á 350300 og spyrt eftir Bjarna. Ella tú sendir ein teldupost til starv@demich.fo.
Kundi tú hugsað tær eina yrkisrættaða útbúgving, sum bæði gevur góðar arbeiðsførleikar og møguleika fyri víðari útbúgving? Vit bjóða tær eitt gott og trygt lærupláss við skipaðum umstøðum. Tú lærir eitt handverk, har tú sleppur at skapa nakað, ið sæst, tá ið dagurin er liðugur.
Sum lærlingur innan rør- og blikksmíð fært tú fýra spennandi og stuttlig ár í einum nýhugsandi arbeiðsumhvørvi. Tú sleppur at menna teg innan eitt fak, sum er í rívandi menning – bæði í Føroyum og úti í heimi. Hjá okkum kemur tú at arbeiða við nýggjastu tøknini innan grønar orkuloysnir so sum jarðhita, sjóhita, ventilatión o.a. Tú ert í skúla í tilsamans 58 vikur á Glasi, har tú fært verkliga læru, vitan og førleikar innan rør- og blikksmíð. Kom í læru hjá okkum og blív partur av okkara dugnaliga starvsfólkahópi, har tú sleppur at brúka hendurnar til nakað týdningarmikið. Her kanst tú syrgja fyri, at tú verður eitt virðismikið tilfeingi á arbeiðsmarknaðinum.
Tú kemur at arbeiða í einum mennandi umhvørvi, har tú fært nógvar spennandi og fjølbroyttar avbjóðingar. Hartil kemur sjálvandi ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, leggur nógv fyri dagin og fært nógv á skaftið.
Hevur tú spurningar, so ringir tú bara á 350300 og spyrt eftir Bjarna. Ella tú sendir ein teldupost til starv@demich.fo.
Demich er í vøkstri. Grøna orkuskiftið førir við sær stóran eftirspurning eftir hitapumpum, og tí hava vit tørv á nógv fleiri fólkum, so vit kunnu nøkta tørvin. Vit leita eftir handverkara, at gerast partur av okkara ágrýtna starvsfólkahópi.
Vit vænta, at tú dugir eitt sindur av hvørjum. Tí hjá okkum sleppur tú bæði at montera hitapumpur, gera HVS-, ventilatións- og smiðjuarbeiði: bæði stórt og smátt. Tú fært góðar treytir og eina kappingarføra løn.