Hug at gerast akademichari?
Demich er Føroya framkomnasti veitari av orkuloysnum. Nú søkja vit eftir skrivstovulærlingi.
Heldur tú eisini, at tað er átrokandi at taka atlit til umhvørvið? Grøn orka er lyklaorðið hjá Demich. Kemur tú læru hjá okkum, sleppur tú at vera við til at menna grøna orkuskiftið í Føroyum. Vit søkja eftir einum lærlingi, sum veit, hvussu man veitir eina góða tænastu.
Um lærutíðina:
- Sum skrivstovulærlingur verður tú tikin við frá fyrsta degi og fært nógva ábyrgd.
- Tú kemur at seta dám á arbeiðsplássið og at mynda Demich.
- Tú fært fittar starvsfelagar við sterkum meiningum og humoristiskum sansi.
Um teg:
- Tín partur liggur ikki eftir – tú møtir hvønn morgun til dystin fús at átaka tær dagsins uppgávur.
- Tú ert bæði røkin og pjøkin í øllum, tú gert.
- Tað er fyrimunur – men ikki krav – um tú hevur miðnámsskúlaútbúgving.
- Tú ert álítandi, forvitin og fyrikomandi.
Demich heldur til úti í Stiðjagøtu 2 í Havn, og lærutíðin er tvey ella trý ár – alt eftir útbúgving.
Vilt tú vita meira?
Send eina umsókn við avriti av prógvi til Joan Joensen, bókhaldsleiðara, á joan@demich.fo. Hevur tú spurningar, svarar hon tær fegin á 350 305.
Freistin at søkja er 15. januar 2021.