Um Demich pf.
1960
Tann 27. januar 1960 var Fa. Demich stovnað. Tað vóru Johannes C. Michelsen (Lill) og Óli F. Debess, ávíkavist stjóri og blikksmiðjur, sum stovnaðu felagið.
1971
Felagi verður umskipað til partafelag tann 17. februar 1971.
1982
Simon Hansen og Trygvi F. Guttesen, báðir verkfrøðingar, keyptu felagið 10. november 1982. Tá helt felagið til á Tinghúsvegnum.
1987
Í 1987 flutti Demich út á Stiðjagøtu í Tórshavn.
Talan var um nýggjan bygning, sum Demich lat byggjað. Bygningurin hevur eina gólvvídd upp á 1.000 fermetrar, sum fevna um handilshøli, goymslu og verkstað.
1994
Í 1994 teknaðu Torbjørn Hansen, Bjarne Hansen og Olav Guttesen partapening í Demich og komu sostatt við í felagið.
2001
1. januar 2001 fór Simon Hansen frá sum stjóri, og í hansara stað varð Torbjørn Hansen settur. Seinni sama ár keypti Demich gamla snikkaraverkstaðið á Marknoyri í Vági.
2002
Í desember 2002 læt deildin upp í Vági, og høvdu suðuroyingar nú eisini møguleika at siga "okur eiga Demich".
Bygningurin hevur eina gólvvídd upp á uml. 450 fermetrar. Í kjallaranum er verkstaður, miðhæddin verður nýtt til handilsvirksemi, og á loftinum er goymsla.
2007
Eftir at hava átt í Demich í 25 ár, seldu Simon Hansen og Trygvi Guttesen sín part av felagnum í 2007, og seinri sama ár keypti Hákun Hansen seg inn í felagi.
2008
Í Apríl 2008 læt triða deildin hjá Demich upp í Saltangará í Eysturoyinni.
Hendan deildin hevur, eins og hinar, bæði goymslu, handil og verkstað, og heldur til í o.u. 250 fermetrum á Heiðavegi 80.
Í Juli 2008 leggja P/F Leivur Nattestad og P/F Demich saman, og kemur Demich harvið at umboða Nibe/Vølund, ið er ein av størstu veitarum innan hitapumpu skipanir í Europa.
2009
Í 2009 komu fleiri eigarar afturat og eru tað nú íalt 8 partaeigarar
----
Tað starvast íløtuni o.u. 39 fólk hjá Demich, harav o.u 5 í Salttangará. Tey eru knýtt at okkara verkstøðum, handlum og skrivstovu umframt teknistovu okkara.
Við okkara mongu dugnaligu handverkarum leggja vit stóran dent á gott handverk. Um tygum ynskja eitthvørt hvs-arbeiði gjørt, eru vit altíð til dystin fús.
